Á ferð við Miðla- og íverksetarabreytini


Miðla- og íverksetarabreytin vitjaði mánadagin 24. septembur í Suðuroy.





Har kunnaðu tey seg við ymisk viðurskifti, ið hava áhuga millum manna í Suðuroy, og ábyrgdarfólk á ymsum økjum í Suðuroy løgdu fram um m.a. ferðavinnu, pelagiska vinnu og kommunalt arbeiði.





Jens Petur Brattalíð, leiðari í Marghøllini í Vági, greiddi frá virkseminum í høllini, umframt at hann greiddi frá ymsum tiltøkum, ið stóðu á skrá komandi mánaðirnar.





Ingibjørg Berg og Teresa Kreutzmann greiddu síðani frá kanningum og møguleikum innan ferðavinnutilboð í Suðuroy.





Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, legði fram um Vág – og greiddi frá, hvussu mann seinastu 6-8 árini bæði varð noyddur og hevur valt at fokusera annarleiðis, eftir at siðbundnu vinnuveginir so sum fiskivinna o.a. høvdu lagt frá sær. Nú er Vágur við at førka seg yvir í tænastu- og upplivingarvinnuna.





Vit hugdu eisini innar í Pálshøll, innan bussur koyrdi okkum norður til Tvøroyrar og Varðan Pelagic. Eins og í Vági, vórðu vit eisini væl móttikin her. Fyrst legði Eyð Eidesgaard, Góðsku- og Trygdarleiðari, fram – har hon greiddi frá søguni hjá virkinum – frá byrjan til syrgiliga eldin 9. juni 2017, ið legði virkið oyðið. Og so harífrá til 29. august 2018, t.v.s. 4 vikur síðani, tá fyrsta lastin eftir eldin varð landað – og móttikin á nýggja virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.





Eftir framløguna vitjaðu vit í ovurstóru framleiðsluhøllini – og hóast eingin framleiðsla var í dag, og maskinur og hølini annars vórðu vaskaði, fingu vit øll eina hóming av tí virkisfýsni, ið hesin framleiðslubygningur stendur fyri.





Frá vinnuligu háborgini á Tvøroyri fóru vit yvir í mentanarháborgina á Tvøroyri – nevnliga SALT. Vit fingu rundvísing í gomlu stoltu saltsiloini, ið nú stendur sum stásiligur mentanarberi.





Eftir hesa vitjan spákaðu vit okkum yvir á Krambatanga, har Smyril bíðaði okkum – og heimferðin til Havnar byrjaði.





Vit á Miðla- og íverksetarabreytini vóru upplivingar ríkari, og meir vitandi um tær avbjóðingar, ið bíða Suðuroynni í havsbrúnni. Vit ynskja teimum góða eydnu, og takka hjartaliga fyri sýndan blíðskap.