Myndir: Miðla-og íverksetarabreytin í tøttum samskifti við Fólkaheilsuráðið

Hesar seinastu vikurnar hevur Miðla-og íverksetarabreytin í Nám X havt eitt tætt samskifti við Fólkaheilsuráðið um ABC-vikuna, sum var. 

Miðlabreytin hevur gjørt filmar, sum síggjast aðrastaðni her á síðuni, og í dag vóru tey boðin til pallborðs saman við innbodnum gestum. 

Tey fimm: Rói, Jóan Petur, Brynhlld, Bogi og Maiken umboðaðu breytina og greiddu við nærlagni og huga frá teirra leikluti í filmsgerðini, har boðskapurin ver virkin, ver saman, ver hugbundin varð miðlaður. Og sigast má, at tey ungu hava megnað til fulnar at varpað boðskapin út.

-Ein hugagóður og málrættaður ungdómur í besta blóma, vóru skoðsmálini tey ungu fingu frá áhoyrarunum í veitsluhøllini á Landssjúkrahusinum í dag.

Miðlabreytin var á staðnum og tók nakrar myndir frá tiltakinum: