Berlin ein høvuðsborg í Evropa


















Donsk kvinna var frásøgufólk í bussinum í dag, meðan vit
koyrdu runt í Berlin.



3,4 mió.  fólk búgva í
dag í Berlin, og býurin spjaðir seg yvir einar 8-900 km2.



Áin Der Spree rennur ígjøgnum býin – eitt strekki yvir 380
km.



Berlin er lestrarbýur, og ikki minni enn 3 fróðskaparsetur
eru í býunum – tað størsta er tøkniliga fróðskaparseturið við uml. 50.000
lesandi. Kendasti næmingurin, ið har hevur lisið,  man vera Albert Einstein.



Vónleyst er at siga alla býarsøguna her; men hon nevndi
sjálvandi múrin, har uml. 100 fólk royndu at flýggja yvir múrin árliga – úr
Eystur- til Vestur-Berlin. 



Eisini sóu vit torgið, har stóra bókabrenningin fór fram í
mai 1933. Ein reinsan av øllum tí, ið ikki var nóg týskt.



Men Berlin er ikki bara søga. Býurin er í dag ein høvuðsborg
í Evropa, ið húsar m.ø. Berlinar filharmonikarunum (eitt tað besta og kendasta
symfoniorkesturið í heiminum).



Eisini húsar Berlin nýskapandi list – tað er jú so, at nógv
framtakshugaði listafólk leita sær til Berlin, ið ber orð fyri at vera evropeiska
lista-høvuðsborgin.