Berliner Dom góður karmur

Sunnudagurin byrjaði við kirkjugongd í Berliner Dom. Størsta
kirkjan í Berlin var góður karmur – og fevnir um fleiri byggilistarlig
tíðarskeið so sum renesansu, gotik og barok. Arbeiðið byrjaði í uml. 1450, og
varð bygd í fleiri stigum.

Til kirkjugongdina í morgun vóru bæði altargongd og dópur á
skránni, og hugaligt var at lýða á, tá lógvabrestir fagnaðu tveimum nýdoyptum
gentum við nýggja limaskapi teirra í kirkjuliðið.

Prestur Friedrich-Wilhelm Hunerbein tosaði í dag um ’Baum des
Lebens’ – ella lívstræið – og spurdi vegna kristin, ið enn í dag verða dripin,
stóra spurningin: ’Guð, hvar ert tú’?

Hann vísti til Jesaja 40 og Harran sum hin einasta máttmikla:
men teir, ið vóna á Harran, fáa kraft av nýggjum og hevja seg sum á
arnarveingjum; teir renna og ikki møðast og ganga og ikki maktast’.

Við hesum troystarríku orðum fóru vit út í Stasi fongslið
seinnapartin í dag.