Blómutyssið rakk ikki mammuni

Okkara vitjan í Stasi fongslinum vissaði okkum um, at
rópanin á Harran, ið varð nevnd í Berliner Dom í morgun, oftani hevur rungað í
fongslinum.

Henda reindyrkaða trælkanin av menniskjanum hevur rópt út í
himmalhválvið: ’Guð, hvar ert tú’?

Ung og væluppløgd kvinna stóð fyri okkum við portrið inn til
fongslið. Hóast hon ikki sjálv hevði sitið sum fangi, hevði hon nógva og neyva
vitan, ið gjørdi frásøgn hennara livandi – tú vart líkasum drigin inn í
sálarligu støðuna hjá teimum, ið sótu inni.

Hon nevndi í sama viðfangi ein 83 ára gamlan starvsfelaga,
ið eisini vísti fólkum runt í fongslinum, og sum hevði sitið inni sjálvur. Ein
nemandi søga um mannin og fongslið ljóðaði soleiðis: … drongurin hevði sum 13
ára gamal verið á hermótinum sum týskur hermaður í tvær vikur, tá seinna
heimskríggj var við at enda. Av hesum var hann av russum hildin at vera
nazistur, og varð í 1948 settur í fongsul sum fimtan ára gamal, tí hann júst
var hildin vera nazistur. Tá hann varð tikin soleiðis, visti hann ikki, nær
hann kom útaftur, og ikki var møguligt at seta seg í samband við umheimin – og
ei heldur familju sína. Tá hann trý ár seinni kom heimaftur, var nýggj kvinna í
staði mammu hansara. Mamma hansara var deyð av krabba tvey ár innan heimkomu
hansara, og har stóð drongurin við blómutyssi til mammuna, ið hann hevði keypt
á vegnum heim fyri sínar seinastu krónur.

Frá grannakonu fekk drongurin at vita, at mamman hvønn dag
til sín doyggjandi dag stóð og skimaðist oman stóra vegin í vónini um at síggja
son sín aftur. Hon visti einki um lagnu hansara – lagnu son sín.

Niðurstøðuna gjørdi frásøgukvinna okkara: ’Vit siga oftani,
at skipanin er sjúk – men skipanin ger einki sjálv’.