Heimferðin byrjað

Nú vit hava verið í Berlin í 5 dagar, er løtan nú komin til at siga farvæl til stórbýin Berlin.


Næmingarnir eru sum heild væl nøgdir við túrin í Berlin, og hava nomið sær vitan innan mangt og hvat.


Nú heimferðin er byrjað, gleða næmingarnir seg til at sleppa heim.


Leggjast kann afturat at í skrivandi løtu (00:19) hevur handverkara- og sjóvinnubreytin júst fingið at vita at teir ikki fara úr Berlin fyrr enn kl 02:00 týska tíð, vegna brek við bussinum hjá teimum.


Allir næmingarnir lata heilsa.