Video og myndir: Ítróttarbreytin á vitjan hjá ítróttarháskúlanum í Vági


Ítróttarbreytin í Nám X var á vitjan á ítróttarháskúlanum í Vági, har høvuðssætið var stásiliga Marghøllin.

Mangar vóru avbjóðingarnar, eitt nú at klintra eftir landsins størsta klatriveggi. 

Næmingar og lærarar vóru eisini heilt uppi undir takskegginum, og væl íbundin royndu tey í leysari luft at flákra eins og fuglar - hetta kallast at "roapswinga" ella at sveiggja í reipi. Ein sera spennandi uppliving, sum var ein av mongu avbjóðingunum, sum ítróttarbreytin í Nám X royndi í dag.

Vágsfjørður var væl umboðaður av Nám X-arum, tá tey á ítróttarbreytini eisini royndu seg sum kajakkrógvarar. Hetta gekk eisini avbera væl - og sigast má, at hetta var ein ógloymandi og minnisrík løta, sum tey fingu í spegilsblanka fjørðinum.

Ítróttarbreytin endaði vitjanina í glæstriborgini Pálshøll.

Vit lata myndirnar tala: