Miðlar í Nám X miðlaði Koronu og vunnu


Granskingarráðið skipaði 6. novembur 2020 fyri Vísindavøku fyri trettandu ferð.



Ikki er at taka seg aftur í, at gransking og vísind hava týdning fyri framburði og menning í einhvørjum samfelagi. Nýggj og dagførd vitan brynjar okkum sostatt til framtíðina, og tí má ikki sparast í íløgum til gransking.



Í sambandi við ársins Vísindavøku skrivaði Granskingarráðið út kapping millum næmingar í hádeildunum í fólkaskúlanum. Treytirnar vóru, at tað skuldi vera stuttfilmur – í mesta lagi 3 minuttir til longdar – at hann skuldi vera tikin upp við fartelefon – og at hann skuldi snúgva seg um gerandisdagin í tíðini undir Koronu-farsóttini.



Petur D. Fjallsbak, Tóki F. Berthelsen, Martin D. Heldarskarð og Dánjal Danielsen vunnu kappingina við filminum ‘Ein gerandisdagur undir Korona’. Leinkið til filmirnar sæst aðrastaðni á síðuni:







Eisini varð skipað fyri sonevndari snarrøðu-kapping, har teir fýra luttakararnir fingu 150 sekund at miðla sína gransking. Tey fýra luttakandi vóru:


May-Britt Skoradal, Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetrið, við røðuni:
Frísk og ferðug við fótbólti




Sigri Gaini, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið, við røðuni:
Framsøgufrælsi undir koronukreppuni




Jóhannus Kristmundsson, Fiskaaling, við røðuni:
Fleiri fleirstrálað ekkólodd




Súsanna Poulsen, Umhvørvisstovan, við røðuni:
Luftkanningar hjá Umhvørvisstovuni



Síðst nevnda – Súsanna Poulsen vann kappingina.



At enda var handan av ársins miðlaheiðursløn, sum í ár var latin Debes H. Christiansen, ið starvast á Heilsufrøðisligu Starvsstovuni, og sum hevur havt sera virknan leiklut í stríðnum ímóti Koronu-farsóttini.



Nám X ynskir øllum tillukku – og bestu ynski fyri gransking í Føroyum og í øllum heiminum. Eisini takka vit Granskingarráðnum í Føroyumfyri Vísindavøkuna sum tiltak

Vinnarafilmurin hjá Nám X-arunum sæst her: https://www.youtube.com/watch?v=4BEVVzv6t-M