Munnligu próvtøkurnar


Hey øll somul




Hesar lærugreinar eru úttiknar til munnligu próvtøkurnar:





Føroyskt
Danskt
Enskt, víðkað
Enskt, fráfaring
Støddfrøði, víðkað




Tit fáa seinni boð um, hvørjar dagar próvtøkurnar eru.




Vanlig skúlagongd er í næstu viku.



Fríggjadagin 1. juni, kl 13.00 møta allir NámX-arar í skúlahøllini til hugnaløtu og ein góðan bita😊. Hugnaløtan er væntandi liðug kl 14.30.



Fyrrapartin fríggjadagin er eingin skúlagongd.




Próvhandanin verður mánadagin 25. juni kl 17.
Allir NámX-arar møta kl. 16.15 til myndatøku.
Foreldur/familja eru vælkomin við.




Heilsan




Nám X



Bjarni Djurholm