Nám X-ari útgávukonsert

Vit hava hoyrt Marius DC nógv í útvarpi og á pallum kring landið seinastu tíðina við løgunum Drip Drop, 25/8 og 10 AM Freestyle. 

Marius gongur á tónleikabreytini í Nám X og hava Nám X-arar lagt oyruni til hansara frálíku tónar á ymsum pallum, m.a á seturskúlanum í Nesvík.

Leygarkvøldið 9. novembur hevur hann útgávukonsert í Perluni.

Vit gleða okkum- og ynskja honum bestu eydnu við útgávukonsertini :)