OL var eisini fyrr ein sýnisgluggi


















Nám X’arar vitjaðu í dag olympiska leikvøllin í Berlin, og
koyrdu síðani runt í Berlin við bussi og frásøgufólki.



Tað serstaka við olympiska leikvøllinum er sjálvandi, at har
bukaði litti amerikumaðurin  Jesse Owens
ta arisku yvirvøldina í m.ø. 100 m og 200 m renning, umframt boðrenningini og
longdarlopi.



Eftir hetta rýmdi Hitler av leikvøllinum uttan at taka í
hondina á Jesse Owens. Hitler segði, at hann var eyðmýktur av einum undirmenniskja.



Einki er at ivast í, at olympisku leikirnir í Berlin í 1936
hava verið ein liður í stóru ætlanini hjá Hitler um heimsræði. Ein sýnisgluggi,
har ariska rasan kundi sýna í verki, at tað vóru tvey sløg av menniskjum –
yvir- og undirmenniskju.



Og rætt var, at hann rýmdi – men eftir, at hann veruliga
hevði tikið í hondina á Jesse Owens.



Hetta kom fram fyri fáum árum síðani, tá ein gamal týskur ítrótta-tíðindamaður
førdi fram, at hann hevði sæð Hitler tikið í hondina á Owens – hetta fór fram
aftanfyri stóra áskoðarapallin. Og Jesse Owens royndi sjálvur at fáa henda
sannleika fram í almenna ljósið í sekstiárunum, tó uttan úrslit. Kanska var
heimurin ikki enn til reiðar at jarða hesa søguna.



Oftani førdi Jesse Owens fram, at Týskland hevði sýnt honum
eins stóra virðing og hann fekk í heimlandi sínum USA, har rasuskilnaður jú var
í hásæti – um ikki enn størri virðing



Eisini kann nevnast, at olympiski leikvøllurin er í dag
heimavøllur hjá Herta Berlin – og felagið er júst komið upp aftur í bestu
deildina í Týsklandi.



Hýrurin er góður í hópinum, og veðurgudarnir eru eisini í
góðum hýri.