Uppliving av býarsøgu Berlins úr óvanligum sjónarhorni

Síðan 1999
hevur ‘Berliner Unterwelten’ bjóðað fram ferðir ígjøgnum ymisk kervi undir
jørð. Fleiri av hesum ferðum byrja tætt við jarnbreytastøðina Gesundbrunnen, og
taka tey ferðandi við ígjøgnum loyndarfull og gloymd bumbuskýli undir jørð.

Til gerandis
spáka í túsundatali framvið grønu hurðini á Gesundbrunnen jarnbreytastøðini
uttan at vita, at handan dyrnar goymast ektaði søgulig rúm.

Tá tú fert
niður í hesi bumbuskýli kennist týðiligt, hvussu svárt tað man hava verið í
trongu rúmunum við sokallaðari teppibumbing sum ljóðteppi.

Ferðaleiðarin
er áhugaverd … hon ballar einki inn, og ting og gerðir verða nevnd við røttum
navni. Javnvágin hjá týskinum millum at varðveita søgunnar eyðmýkjandi harmljóð,
og at taka seg framá við hesum í hart royndu tilvitsku teirra sýnist at verða
nádd.

Tíverri varð okkum ikki loyvt at taka myndir.