Nú er at hugsa ...

Á heimferð úr Berlin

07.05.2018 - Miðlabreytin

Merkið veittraði til okkum, tá vit í bussum okkara snaraðu oman á havnarøkið í Hirtshals leygarmorgunin umleið kl. 11.30. Norrøna liggur við bryggju og bíðar eftir okkum. Jú - eins og ferðin byrjar umborð - endar ferðin umborð. Heimferðin kann byrja!


Og eins og á ferðini til meginlandið, er eisini ymiskt á skrá á heimferðini. Niðanfyri síggjast m.a. myndir frá spurnarkappingini, ið sjálvandi snúði seg um upplivingar úr Berlin - Berlin, ið var alt tað, vit høvdu hoyrt um innan ferðina. Ein fantastiskur býur, sum er ein stórbýur - samstundis sum hann er ein lítil og heimligur býur.





Kom í NámX