Mynd: Amanda Weihe
18.10.2021 - Miðlabreytin

Tøknibreytin, sum NámX í Eysturskúlanum bjóðar næmingum, verður ikki undirvíst á Eysturskúlameginøkinum. Næmingarnir húsast tveir dagar um vikuna í hølum á Glasi, har teir kunnu velja ímillum bil- el og metalbreytir.

Eftirsum at tøknibreytin ikki búleikast í Eysturskúlanum, vildu vit í Miðla & Filmsbreytini fara út á Glasir, so at vit kundu fáa meira kunning um teirra gerandisdag. 

Vit settu spurningar til tríggjar næmingar úr Kaldbak: John, Tummas og Karstin, sum hava valt metalbreytina. 

Nú teir tríggir hava verið í skúla í tveir mánaðir, spurdu vit teir, hvat teir halda um fakið inntil víðari, og allir svaraðu við ein munn, at hetta er teimum ein góður lærdómur. Jeffri Olsen, lærari á metalbreytini verður nevndur sum ein góður mentor, men eisini ein inspiratión fyri teir tríggjar Kaldbaksdreingirnir.  

Fakið verður eisini týdningarmikið í lívinum, nevna teir, har Karstin nevnir dømir úr heiminum, har serkøn vitan innan yrkið er góð at kenna, m.a at læra serstaka kynstrið at sveisa.

Sum sagt, búleikast metalbreytin ikki í Eysturskúlanum, men á Glasi. Sjálvt um teir tríggir ikki eru heima í Eysturskúlanum, hava teir bara positiv upplivilsi á Glasi. Serliga er tað kantinan og alt plássið har, sum Tummas leggur dent á. 

Glasir liggur eisini í kortinum aftaná Nám X, heldur John, sum gleðist um tær góðu umstøðurnar.  

 





Vinnarar av SkúlaFM 2021

 


Kom í NámX