Á vitjan hjá kostbreytini

13.09.2019 - Emma Ellefsen


Vit spurdu tey nakrar spurningar, sum vóru:

Hvussu er tað at ganga á kostbreyt?

Krista: Eg haldi at tað er skeg, man lærir nógv nýggj fólk at kenna. og man ger nógvan lekkran mat.

Levi: Eg haldi at tað er øgiliga læruríkt, man fær nógv burturúr, og eg haldi at tað er stuttligt. So sleppa vit eisini at gera mat, tað sum okkum dámar.

Hví valdu tit kostbreyt?

Krista: Mær dámar væl at gera mat. Og so lærir man eisini okkurt nýtt, sum man ikki hevur dugað fyrr. Longu nú havi lært nógv nýtt.

Levi: Eg eri nokkso áhugaður í matgerð, so eg valdi sjálvandi beinanvegin kostbreyt.

Hvat dámar tykkum við kostbreyt, og hvat dámar tykkum ikki?

Krista: Vit eru akkurát byrja, so eg havi ikki nógv at taka út frá. í byrjanini kendi eg ikki so nógv fólk á breytini, men nú er tað blivið til okkurt positivt, tí at eg havi lært nógv nýggj fólk at kenna.

Levi: Eg haldi at rættirnir beint nú eru eitt sindur keðiligir, og kanska tað hevði verið betur um vit høvdu meira tól at arbeiða við. Men annars haldi eg at tað er mega gott, og har er øgilaga lítið mær ikki dámar á breytini.





Kom í NámX