Á vitjan hjá sniðbreytini

06.09.2019 - Sólja Kallsberg

Vit hava verið og vitjað á sniðbreytini í Nám X. Har tóku vit nakrar myndir og spurdu tvær gentur nakrar spurningar...

Samrøða við Angeliku Reinert og Fíu Gaardbo, ið báðar eru á sniðbreytini.


Vit spyrja "Hvat dámar tykkum sniðbreytina?"  

-Vit halda, at tað er gott at vera á sniðbreyt, og tað er eisini sera læruríkt.


Vit spyrja "Hvat gera tit her?"

-Á sniðbreytini læra vit at binda ymisk mynstur og at kasta uppá. Í løtuni eru vit í gongd við at binda húgvur."


Vit spyrja "Hvat ynskja tit at læra?"

-Vit ynskja at læra at seyma og eisini at duga betur at binda."


Vit spyrja "Eru tit nøgdar fyribils?"

-Ja, inntil víðari eru vit nøgdar, og vit gleða okkum til hvat árið fer at bjóða uppá. 

Eisini gleða vit okkum til mótasýningina, sum vit skulu gera í endanum á árinum."


Vit spyrja "Um tit høvdu kunnað, høvdu tit so viðmælt øðrum hesa breytina?"

-Ja, tí man lærir nógv her, og um man ikki dugir, so lærir tú tað. Vit eru bara gentur á sniðbreytini og síðan seturskúlan eru vit allar komnar at kennast nógv betri. So vit vilja heilt klárt viðmæla øðrum hesa breytina." 

Vit takka fyri samrøðuna og ynskja teimum báðum eitt gott Nám X-ár.






Kom í NámX