#AlexfromTarget

07.11.2014 -


Hetta er prógv uppá, at ''fangirls'' taka internetið yvir. 

Hesuferð er talan um nýggja trendið 'Alex from Target' . Um tú hevur verið á twitter, facebook, youtube... teir síðstu 24 tímarnar, hevur tú allarhelst sæð internet memes av einum ungum Target-starvsfólki. Hetta sigst at vera "Alex from Target" aka Alex Christopher LaBeouf.

Ein tilvildarlig ung genta tók eina mynd av honum, uttan at hann visti av tí, og aftaná fáar tímar var myndin runt á ymsu miðlunum. 

Alex var á 'The Ellen DeGeneres show' fyri stuttum, og tá greiðir hann frá, at hann hevði 144 fylgjarar á twitter fyri einari viku síðani. Nú hevur hann 600.000 fylgjarar. 

Twitter hevur eisini mált, at hashtaggið #AlexFromTarget, er tweetað yvir 1.3 milliónir ferðir. 

Samrøðuna við Ellen DeGeneres og Alex from Target kann síggjast her: 


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=DgyPYletzw4]






Kom í NámX