Húsini, har Angela Merkel býr

Angela Merkel setti fram klagu

25.04.2012 - Peter Hentze Niclasen

Ein av ferðaleiðarum okkara segði okkum hesa lítlu forvitnisligu søgu.

Angela Merkel hevur sum ríkiskanslari í Týsklandi almennan embætisbústað tætt við Ríkisdagin í Berlin. Men nýligani kom fram, at hon búði í privatum bústaði í Berlin, og hevði gjørt hetta í rúma tíð. Á myndini sæst húsið. Niðast í húsinum var leigumál - og leigarin hevði vertshús í kjallaranum. Gangur var um kvøldið, og hesin gjørdist ov nógvur, so Angela klagaði. Og tá klagað verður, er tað alment - og soleiðis kom tað fram, at Angela Merkel í eina tíð hevur búð í privatum bústaði - uttan stóra eftiransingarmanning.





Kom í NámX