20.09.2020 - Tóki F.Berthelsen

Myndin er kosin tí hon sameinir náttúru, mentan, familjulív og føroyskt summar á ein serliga fangandi hátt. Kappingin var partur av átakinum “Ferðist í egnum landi” og fyriskipararnir fegnast um góða undirtøku.

Uml. 2.000 myndir við #ferðistíegnumlandi eru lagdar á Instagram og Facebook seinastu mánaðirnar. Tað var tískil torført at velja eina mynd burturúr, men júst hendan myndin lýsti summarið í Føroyum serliga væl.

Bárður Eklund, ið er fotografur og starvast á Visit Faroe Islands, greiðir soleiðis frá:

- Myndin er góð, tí hon sameinir føroyska náttúru, mentan og familjulív á ein serliga fangandi hátt. Ein kann ímynda sær, at nærveran ímillum seyðin og barnið fer at standa sum eitt barndómsminni um eitt gott summar. Har vóru fleiri aðrar myndir, sum høvdu fotografiskar styrkir, men akkurát hendan myndin fangar á ein serstakan hátt; júst tað “Ferðist í egnum landi” snýr seg um.

Tað er Sandra Gleðishegg, sum eigur vinnara myndina. Øll sum høvdu lagt myndir út saman við #ferðistíegnumlandi á Facebook ella Instagram fram til 1. septembur vóru við í kappingini. Til ber at síggja allar myndirnar við at leita uppá #ferðistíegnumlandi á Facebook og Instagram.

Fyriskipararnir vísa á at tey, sum so dúgliga hava lagt myndir út, eiga sín part í at tað hevur eydnast at fáa so nógv at ferðast kring oyggjarnar í summar.

Tað eru Ferðavinnufelagið, kommunur, kunningarstovur og Visit Faroe Islands, sum í felag standa aftan fyri átakinum.






Kom í NámX