Verturin, Jákup Veyhe

Bakaríið beinleiðis klokkan 21

03.04.2011 - Sverri Egholm


Kl. 21 í kvøld byrjar nýggj sending á Rás1 hjá Televarpinum. Tað er Sv1 við Jákup Veyhe og Peturi Slyne á odda, sum leggja til rættis.

Sendingin "Bakaríið" verður send beinleiðis av gamla bakarínum, hjá Frants í miðbýnum í Havn, har Jákup Veyhe verður vertur.

Røðin er í 12 pørtum, har kend nøvn luttaka. Eitt nú Sjúrður Skaale og Rudolf Joensen.

Eisini verður skipað fyri ársins heimakokki, har tríggir heimakokkar sleppa at royna seg hvørt leygarkvøld. Leif Sørensen og Gyða í Gongini eru dómarar í kappingini.

Fólk frá Bakarínum fara eisini at vera úti, og vita hvat hendir í býnum.

Tað eru teir báðir Jákup Veyhe og Petur Slyne, sum hava sett nýggju privatu sjónvarpsrásina, Sv1 á stovn.

Jákup Veyhe kenna vit frá m.a "Pipar og Salt" og "Meðan vit liggja við Kaj".

Petur Slyne er kendur innan lýsingavinnuna, har hann er sera dugnaligur.

Sendingin byrjar kl. 21 í kvøld.

Til ber at lesa meira á www.sv1.fo





Kom í NámX