Myndir:google.com



Sett saman: Diana Mouritsen

Barnamentan- sangur og spæl.

30.09.2014 -

Tað var gráligt í veðrinum, men hóast tað, sóu børnini spent og glað út. Hetta var nakað, ið tey høvdu fyrireikað, og nú skuldi tað vísast fram. Tiltakið varð skipað á tann hátt, at tey ymsu spølini vóru annaðhvørt á parkeringsøkinum, millum dagstovnin og skúlan, ella í garðinum runt dagstovnin.

Fyrst segði Hanna Thøgersen, leiðar á dagstovninum við Kráir, nøkur orð. So kvóðu børnini í 4. og 5.flokki Sigmunds kvæði yngra og burtur á heiði

Eftir hetta vóru ymisk spøl á parkeringsøkinum millum dagstovnin og skúlan. Hetta vóru øll gomul spøl sum t.d. nú fara vit til Saksunar - fløskan peikar - og krákan situr á steini. Hvør stova og hvør flokkur skipaðu fyri onkrum. 

Tá tað var liðugt bjóðaðu dagstovnurin, frítíðarskúlin og skúlin feska súpan. Niðanfyri eru nakrar myndir, og eg haldi, at tær skulu sleppa at tala fyri seg. 


Myndamaður: Diana Mouritsen





Kom í NámX