Berlin á súkklu

22.03.2011 - Sverri Egholm

Veðurgudarnir vístu seg við einum smíli í morgun, tá vit herjaðu út á gøturnar í Berlin.

Hópurin á 150 føroyingum varð býttur í tvey í dag, tá vit sóu Berlin úr saðlinum á súkkluni. Vit súkklaðu so at siga í fótasporum á Berlin-múrinum.

Hesin múrur, ið býtti býin í eystur og vestur, setti seg so vissilga í tilvitskuna á heimin gjøgnum stívliga 30 ár, og so sanniliga eisini í tilvitskuna á næmingunum í dag. Næminngarnir sóu varktartornini, geirar og hegn, ið vórðu nýtt við einans endamáli – at niðra íbúgvarnar í Eystur-Berlin.

Eisini sóu vit Brandenburger-Tor, Unter den Linden, Der Spree og Hotel Adlon, har Michael Jackson lat heimin síggja nýfødda son sín á fyrsta sinni.

Berlin er ein metropolur fyri nýrák innan byggilist, tónleik o.a. list – og nýggir vindar – hóast gott veður var – merktu okkara sinni í morgunsólini í Berlin í morgun.

 





Kom í NámX