Nám X næmingar hyggja at myndprýdda Berlin-múrinum, ið stendur sum søgulig frásøgn um eina aðra tíð, ið vónandi ongantíð kemur aftur

Berlin á súkklu

13.05.2015 -

Forkunnugur partur av Berlin-ferðini hjá Nám X er súkklutúrurin.

Næmingarnir kenna søguliga lotið í vindinum.

Ferðaleiðari okkara steðgaði t.d. á Bernauerstrasse, og hugleiddi um tað trýst, ið hevur ligið á fólki, tá tey kundu velja at leypa av 3. ella 4. hædd at royna og vinna sær frælsið.

Onnur eygleiðing hjá henni var áhugaverd, tá hon segði, at upprunaliga grundin til Berlin-múrin var, at eysturtýska stýrið vildi múra borgaran í Vestur-Berlin inni, heldur enn at vera bangin fyri, at eysturtýskarin vildi flýggja.

Berlin er jú sum kunnugt langt eysturi í Týsklandi.

Felagsmyndir við Brandenburger Tor og ríkisdagin vorðu sjálvandi eisini tiknar. Brandenburger Tor virkar í dag sum eitt vørumerki fyri Berlin, og var í gomlum døgum størsti tilkomuvegur inn í Berlin.

Í morgin vitja vit týningarleguna Sachsenhausen, ið liggur einar 40 km uttanfyri Berlin.





Kom í NámX