Berlin ein høvuðsborg í Evropa

29.04.2013 - Peter Hentze Niclasen

Donsk kvinna var frásøgufólk í bussinum í dag, meðan vit koyrdu runt í Berlin.

3,4 mió.  fólk búgva í dag í Berlin, og býurin spjaðir seg yvir einar 8-900 km2.

Áin Der Spree rennur ígjøgnum býin – eitt strekki yvir 380 km.

Berlin er lestrarbýur, og ikki minni enn 3 fróðskaparsetur eru í býunum – tað størsta er tøkniliga fróðskaparseturið við uml. 50.000 lesandi. Kendasti næmingurin, ið har hevur lisið,  man vera Albert Einstein.

Vónleyst er at siga alla býarsøguna her; men hon nevndi sjálvandi múrin, har uml. 100 fólk royndu at flýggja yvir múrin árliga – úr Eystur- til Vestur-Berlin. 

Eisini sóu vit torgið, har stóra bókabrenningin fór fram í mai 1933. Ein reinsan av øllum tí, ið ikki var nóg týskt.

Men Berlin er ikki bara søga. Býurin er í dag ein høvuðsborg í Evropa, ið húsar m.ø. Berlinar filharmonikarunum (eitt tað besta og kendasta symfoniorkesturið í heiminum).

Eisini húsar Berlin nýskapandi list – tað er jú so, at nógv framtakshugaði listafólk leita sær til Berlin, ið ber orð fyri at vera evropeiska lista-høvuðsborgin.





Kom í NámX