Felagsmynd av Nám X hópinum uttanfyri Hauptbahnhof

Berlin í báti

26.04.2012 - Peter Hentze Niclasen

Í morgun - 26. apríl spákaðu vit oman í býin. Veðrið var frálíkt og hýrurin góður. Vit steðgaðu á við Checkpoint Charlie, sum var eitt marknaðarliðið millum eystara og vestara partin av Berlin undir kalda krígnum. Øðrumegin stóðu russar, og hinumegin amerikumenn. Eftir at hava prátað og tikið myndir, var høvið at fara á Berlinrundfahrt í báti. Sera hugnalig ferð í ein tíma am der Spree. Og sjálvt tey veikastu á sjónum eiga at royna hesa ferðina.

Í morgin er frídagur - og høvið er hjá einhvørjum at hava tíð til sín sjálvan, áðrenn heimferðin byrjar seint í annaðkvøld.

Øll lata heilsa.





Kom í NámX