Berlin í bussi

24.04.2012 - Peter Hentze Niclasen

Á skránni í dag var bussferð í Berlin – og vitjan á OL-leikvøllinum.

Ferðaleiðari okkara í bussinum var úr Danmørk, og hevur búð í Berlin seinastu 35 árini.

 

Hon byrjaði við nøkrum upplýsingum um Berlin – m.a., at Berlin við umráði er á stødd við Bornholm til støddar – at høvuðsjarnbreytastøðin í Berlin er tann størsta í Evropa, bygd í 2006.

 

Berlin hevur annars gamla søgu sum handilsbýur. Áin Der Spree – ið rennur ígjøgnum Berlin – var flutningsfarleiðin m.a. út í Norðsjógvin – haðani tey sjey høvini liggja opin. Vit vita jú frá søguni um ídnaðarkollveltingina í Evropa í 18. og 19. øld, at farleiðir sum t.d. áirnar høvdu stóran týdning fyri serliga londini í Miðevropa.

 

Sjálvandi var Berlinmúrurin eisini á skránni. Múrurin, ið býtti Berlin í tvey – eins og Týskland í Eystur- og Vesturtýskland, og sum var ímyndin av kalda krígnum, ið herjaði í Evropa millum 1945 og 1989. Nakrir upplýsingar um múrin: - múrurin ígjøgnum Berlin var uml. 145 km – og tilsamans umleið 1.100 km ígjøgnum Týskland. Hann var 3,5 m høgur.

Berlinmúrurin var atvoldin til, at fólk serliga eystanfyri múrin royndu at flýggja. 130 fólk í Berlin og 1.100 fólk í Týsklandi doyðu í royndini at flýggja yvirum múrin.

 

Eftir rundferðina í Berlin koyrdu vit út til OL-leikvøllin, sum varð bygdur millum 1934 og 1936, og har Jesse Owens vann Hitler neisur við at vinna gull í 100 m og 200 m renning, umframt í longdarlopi á OL-leikunum í 1936. Leikvøllurin varð nútímansgjørdur í 1960'unum, og er nú heimavøllur hjá Hertha Berlin.

Éin góður dagur við góðum veðri var av. Í morgin vitja vit týningarleguna Sachsenhausen, ið liggur uttanfyri Berlin.

Øll hava tað gott, og lata heilsa.

 





Kom í NámX