Berliner Dom
27.04.2014 - Peter Hentze Niclasen

Sunnudagurin byrjaði við kirkjugongd í Berliner Dom. Størsta kirkjan í Berlin var góður karmur – og fevnir um fleiri byggilistarlig tíðarskeið so sum renesansu, gotik og barok. Arbeiðið byrjaði í uml. 1450, og varð bygd í fleiri stigum.

Til kirkjugongdina í morgun vóru bæði altargongd og dópur á skránni, og hugaligt var at lýða á, tá lógvabrestir fagnaðu tveimum nýdoyptum gentum við nýggja limaskapi teirra í kirkjuliðið.

Prestur Friedrich-Wilhelm Hunerbein tosaði í dag um ’Baum des Lebens’ – ella lívstræið – og spurdi vegna kristin, ið enn í dag verða dripin, stóra spurningin: ’Guð, hvar ert tú’?

Hann vísti til Jesaja 40 og Harran sum hin einasta máttmikla: men teir, ið vóna á Harran, fáa kraft av nýggjum og hevja seg sum á arnarveingjum; teir renna og ikki møðast og ganga og ikki maktast’.

Við hesum troystarríku orðum fóru vit út í Stasi fongslið seinnapartin í dag.

 





Kom í NámX