Berlinfararar góða byrjan

19.03.2011 - Sverri Egholm


Teir 140 næmingarnir úr Námi X og lærarar teirra eru nú ávegis til Berlin. 

Ferðin byrjaði hóskvøldið 17. mars, tá hópurin trein umborð á Norrønu.

Eftir at hava siglt eitt samdøgur í góðum veðri, kann sigast, at næmingarnir hava trivist væl umborð og verið fyrimyndarlig umboð fyri Nám X.

Starvsfólkið umborð á Norrønu hevur spent seg út, og veitt hópinum góða tænastu við einum smíli.

Martin Dam Joensen, ið starvast hjá Smyri Line og er við hópinum á ferðini, hevur ótroyttiliga skapað rammurnar fyri næmingum og lærarum.

Ikki hevur verið neyðugt hjá næmingum at keða seg. Góður tónleikur, kapppingar og máltíðir hava myndað ferðina higartil, sum myndirnar niðanfyri eisini bera boð um.

Lærarar og næmingar lata heilsa. 





Kom í NámX