Bilurin vildi ikki starta

Tá Lamborghini bilurin ikki vildi starta eftir eina vitjan á verkstaðnum, leigaði eigarin fólk at knúsa hann sundur við sleggjum

Tilburðurin var í kinverska býnum Qingdao í Shandong landslutinum, upplýsir msnbc. Sambært eigaranum varð bilurin, ein Lamborghini Gallardo, knústur til tess at vísa á restandi rættindi hjá brúkarum í Kina. 

Serliga ynskti eigarin at seta sjóneykuna á munin í støðinum á tænastuveitingunum hjá Lamborghini í Europa og Kina. Bilurin var bert hálvt ára gamal. Motorurin startaði ikki eftir eitt tænastueftirlit hjá søluumboðnum í Kina. 

Eisini vóru ymisk brek og snuddir staðfest, sum hvørki verkstaður ella flutningsfelag vildu taka ábyrgd av.

Hetta skrivar Netavísin.

Sí myndir og film niðanfyri.





Kom í NámX