Blóð átti at verið tjykkri enn vatn

28.04.2013 - Peter Hentze Niclasen

Stasi-fongsulið hongur óloysiligt saman við 44-ára søguni um politiska forfylging í DDR – tí, ið vit kendu sum Eysturtýskland.

Tílík forfylging fær gróðrarbotn í sjúkligari samfelagsskipan, ið er so altráð eftir at hava eftirlit, at hjúnarfelagar smetta um hvørannan; og systkin á sama hátt kvetta familjubondini.

Heimildarfólk okkara á rundvísingini í Stasi-fongsulinum í dag hevði sjálvur sitið fangi á ungum árum eftir miseydnaða roynd at flýggja til Vestur-Berlin. Hann varð seinni seldur til Vesturtýskland fyri eina upphædd, ið svarar til 700.000 evrur.

Eysturtýskland nýtti hetta til at útvega sær vesturlendskt gjaldoyra. Í metárinum 1986 umfataði hesin handil 2.600 fangar.

 

Bláoygni má tó ikki lata okkum trúgva, at muturspilla er útdeyð í politiskum samfelagsskipanum.

Øll lata heilsa, og seta seg aftur til rættis undir sólini, nú dýrdarveðrið heldur fram í Berlin.





Kom í NámX