
21.02.2021 - Miðlabreytin
Næstseinasta Grand Prix-umfarið í borðtennis varð spælt í høllini á Hálsi í dag, har tað luttóku tilsamans 36 leikarar.
Lærari okkara á miðlum, Peter H.Niclasen, vann í dag á Fróða F. Jensen og Pæturi Albinus í fremsta bólkinum.
Fáur einstaklingur mann hava vunnið so nógv føroyameistaraheiti sum okkara egni Peter, heili 16 meistarheiti eru komin í hús. ´
Vit í miðlum eru errin av lærara okkara og fara at fylgja við, tá stóri FM-dagurin verður í apríl, har Peter uttan iva fer at geva teimum yngru leikarunum skarpan gang.
Vit ynskja Peter hjartaliga til lukku við umfarinum í dag - og ynskja honum bestu eydnu seinasta umfar.