Tíðin komin til at hugna sær við bowling

04.05.2018 - Miðlabreytin

Seinasta tiltak á skrá á Nám X ferðini til Berlin var bowling. Næmingar og lærarar hugnaðu sær saman, og helst varð dúgliga prátað um hendingar og upplivingar teirra saman teir seinastu 6 dagarnar í Berlin, har tey sunnudagin vóru í Berliner Dom kirkjuni, í Stasi fongslinum og í báti á ánni Die Spree. Mánadagin súkklutúrurin á skrá. Týsdagin varð vitjað í týningarleguni Sachsenhausen og á olympiska leikvøllinum. Mikudagin varð vitjað í savninum Story of Berlin. Hósdagin vitjaðu vit Checkpoiint Charlie - og endaðu so við at bowla.

Fríggjadagin hava tey í ferðalagnum høvið at ferðast í einingi eina løtu, áðrenn kósin verður sett ímóti Føroyum aftur.

Ein ógloymandi ferð nærkast endanum, og ferðalagið væntast aftur í Føroyum mánamorgunin kl. 05.00 við Norrønu.





Kom í NámX