17.09.2020 - Julia L.Johannesen

Føroyskt er mangt og hvat....í góðveðrinum í gjár vóru vit ein gongutúr á Tinganesi. Tey trý føroysktholdini í Nám X vóru ein forvitnisligan túr á gamla tingstaði føroyinga, ein hin elsti í Evropa.

Vit fingu søguligar frásagnir frá lærarum okkara og sóu ymiskt spennandi á leiðini. 

Løgmaður var á sæti sínum og kom hugagóður út at hitta okkum á máli. Hann greiddi okkum frá um Korona og løgnu tíðina, øll hava upplivað og endaði samrøðuna við okkum við hesum orðum.. "tit hava skrivað søgu"...... 

Ein góð løta niðri á Tinganesi í dag  - vit lata myndirnar tala: 





Kom í NámX