
Yes sir, no sir ...
05.05.2016 -
Nám X hópurin vitjaði í dag Checkpoint Charlie, ið einaferð var marknaðarlið ímillum Eystur- og Vesturberlin.
Fyri mangan eysturtýskara var Checkpoint Charlie ímyndin av møguleikanum fyri einum betri lívi og betri eydnu í Vesturberlin.
Í dag er talan meir um stað, ið flest øll ferðafólk vitja, um tey eru í Berlin.
Sum sæst á myndunum, var veðrið av tí besta.
Seinni á degi var bowling á skránni.