Endiliga kom várið

Fyrsti várdagur er langt síðani farin framvið. Veðrið er enn sum áður føroyskt. Kavi, sólskin, regn og vindur. Nei, vit eru ikki í Berlin, London ella Sydney. Ja, vit eru í Føroyum!

Hóast vit elska okkara dýrabaru oyggjar, er veðrið mangan eitt haft um bein okkara.

Henda vakra morgun, leygarmorgunin 12.mars, á grækarismessu, var myndamaður okkara á ferð við myndatólinum. Einki tjaldur var at hóma í nógva kavanum, men á luftini var ein annar kærkomin gestur, nevniliga sólin. Hennara megi trongdi seg treystliga ígjøgnum kavaflykrurnar á hesum dýrabara føroyska várdegi.

Vit syngja henda morgunin innan í sál okkara saman við J. Dahl: ...tí øll vit leinjgast mót lívgandi sól, vónandi sælari tíðir. 

Við vón um mong tjøldur og ríkar sóldagar teir komandi várdagarnar! 

Við hjartaligum ynskjum um, at tjaldrið og sólin fara at ganga hond í hond inn í summarið.      





Kom í NámX