16.03.2020 - Miðlabreytin

NámX og Corona-smittan


Hey øll somul


Í sambandi við fráboðanina hjá løgmanni viðv. smittuvandanum við Korona-farsóttini, har skúlarnir fyribils eru stongdir næstu tvær vikurnar, skal verða boðað frá, at eingin skúlagongd er til og við fríggjadagin 27. mars.
NámX-arar skuldu í starvslæru í viku 13 og 14. Starvslæran er avlýst, og skulu tit ikki møta á starvslæruplássunum mánadagin 23. mars.
Hvussu skúlagongdin verður um tvær vikur, frætta tit meira um sum frálíður, bæði her á FB og á heimasíðu skúlans www.eysturskulin.fo og www.namx.fo
Eisini fáa tit endalig boð um Berlinferðina í næstum.

Viðvíkjandi heimaarbeiði, frætta tit frá einstøku lærarunum.


Heilsan
Bjarni Djurholm





Kom í NámX