01.04.2016 -

Fyri tveimum árum síðani setti Eysturskúlin íverksetan á tímatalvuna. Allir næmingarnir úr 4. til 9. flokki verða sendir á skeið í íverksetan í tveir dagar í einum skúlaári. 

-Tað eru tey ungu, sum skulu mynda framtíðarsamfelagið, og tí er týdningarmikið, at vit menna teirra evni og geva teimum røttu amboðini. Fólkaskúlin er pallurin, har hetta arbeiðið skal fara fram. 

Hetta var partur av grundgevingini hjá dómsnevndini fyri at geva Eysturskúlanum ársins viðurkenning í dag. 

Fyri seks árum síðani bjóðaði Nám X eina íverksetanarbreyt út sum tilboð í fjølbroyttum breytaúrvali. Henda breytin hevur saman við átakinum í Eysturskúlanum í dag vunnið børnum og ungum í føroyska skúlaverkinum eina viðurkenning, sum væntandi kemur at geva blómandi vøkstur í føroyska samfelagnum framyvir. 

Íverksetara- og miðlabreytin ynskir lærarum okkara, Inga á Smið og Peter H. Niclasen hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum!



 






Kom í NámX