Fer YouTube at streama filmar í Evropa?

Amerikanarar hava í eina tíð havt eina tænasta, ið eitur Netflix, har tú kanst hyggja at óavmarkaðum tali av filmum ígjøgnum netið fyri umleið 43 kr. um mánaðin.

Man hevur havt nakrar líknandi tænastur í Evropa, men ongar, ið virka líka væl sum hjá Netflix. Men nú sigur The New York Post, at YouTube ætlar at koma við eina líknandi tænastu í Evropa.
Tey siga, at Google, (ið eigur YouTube) ætlar at brúka umleið 540 milliónir krónur fyri at lokka filmsframleiðarar við.

Enn er hetta bara ein leysasøga, ið gongur á netinum, men allar søgur tykjast bera ein sannleika av onkrum slag, tá tað viðkemur Googl
Hvussu munnu biografarnir fara at hava tað, um hetta verður veruleikin? Man tað fara at vera sum við tónleikaídnaðinum, har fólk sita heima við telduna og lurta eftir nýggjasta tónleikunum, sum tey hava tikið niður. Ella?




Kom í NámX