8.fl.næmingar um filmin Dreymar við havið

15.09.2017 - Jensa Askildsen

1.Navn, aldur, flokkur

-Jónas Iverssen, 13, 8D

2.Nær sóu tit filmin

-Mánadagin 18.09.2017

3.Hvussu dámdi tær filmin?

Okay, tí gott at føroyingar gera filmar

4.Hvat heldur tú boðskapurin er í filminum

-Veit ikki. Man skal ikki drekka osv. Læra um ungdómslív...

5.Lærdi tú nakað av filminum?

Nei, ikki nakað serligt.

6.Kanst tú fortelja okkum í stuttum, hvat filmurin snýr seg um?

-Um eina gentu, sum flytur til Sands; sum fyrr varð happað, men tá hon flytur, fær hon eina nýggja vinkonu, sum kemur úr heilt øðrum umstøðum.

7.Heldur tú, at vit skuldu gjørt fleiri filmar?

-Ja, tí føroyskir filmar eru góðir. Vit duga væl at gera filmar og tað er lættari at kenna seg aftur ymsastaðni, men eg haldi tó, at júst hesin filurin var ov langdrigin í støðum.

8.Er hann hóskandi til ungdómar nú á døgum?

-Ja, tad haldi eg. Ikki nógv óverulig ting osv.

9.Heldur tú, filmurin kann samanlíknast við ein annan film? Hvønn?

-Eg hyggi ikki eftir filmun, men tað giti eg....

11.Er hann realistiskur? Um ja Hví? Um nei hví?

-Ja, tí hasir trupulleikarnir eru vanligir millum ung og fólk annars.

12.Hvussu dámdi tær endan?

-Eg helt, at hann ikki gav so nógva meining

13.Hvussu nógvar stjørnur gevur tú filminum?

-3 stjørnur


Vit hava eisini spurt Ásu Hansen úr 8.d í Eysturskúlanum um filmin:

1.Navn, aldur, flokkur

Ása Hansen, 13, 8D

2.Nær sóu tit filmin?

-Mánadagin 18-09-17

3.Hvussu dámdi tær filmin?

Ikki væl, tí hann gav ongan meining fyri meg. Kundi verið meira í honum. Keðiligur..

4.Hvat heldur tú boðskapurin er í filminum

Tannáringar, ið vilja finna seg sjálvan. Men, veit ikki um tær gjørdu tað.

5.Lærdi tú nakað av filminum?

Nei. Lærdi meg einki.

6.Kanst tú siga okkum í stuttum, hvat filmurin snýr seg um?

-Tvær gentur sum hava ymist liv. Ein er religiøs og hin hevur tað trupult heima.

7.Heldur tú, at vit áttu at gjørt fleiri filmar í Føroyum?

Ja, um tey høvdu dugað betur og høvdu sjónleikarar til leiklutirnar.

8.Er hann hóskandi til ungdómar nú á døgum?

Ja, men haldi, hann er til allaraldursbólkar. Tí hann átti ikki at havt nakran aldursbólk á.

9.Heldur tú, filmurin kann samanlíknast við ein annan film? Um ja, hvønn?

Nei, men kanska Filmurin Lol. Tí ein genta, sum er í sama aldri, drekkur eisini, og roynir at finna út av lívinum er osv.

10.Er hann realistiskur? Um ja, hví? Um nei, hví?

Ja, orduliga, og tí er hann keðiligur....

11.Hvussu dámdi tær endan?

-Gav ongan meining. Tí Ragna fer avstað og beiggi hennara fer eisini, men man veit ikki hvar. Og brádliga rennur Ester út á kajina, og rópar "bei".

12. Hvussu nógvar stjørnur gevur tú filminum?
-½-1 stjørnur





Kom í NámX