FM í íverksetan

6. mai kl. 10:00 verður fyrsta FM í íverksetan millum føroyskar fólkaskúlar nakrantíð hildið í Løkshøll.

20 næmingar úr hvørjum skúla í Føroyum hava møguleikan at luttaka í FM í íverksetan. Íverksetarahúsið stuðlar teimum, ið hava hugskot og vilja seta teirra egna virki á stovn, og stendur fyri kappingini FM í íverksetan.

Næmingarnir kunna nú fara undir at arbeiða við hugskotum, og ætlanin er so, at øll møtast aftur til ein so kallaðan Innovation Lab at arbeiða víðari við hugskotunum.
Meginreglan hjá íverksetarahúsinum er: “frá hugskot til málseting”.

Heimasíðan hjá Íverksetarahúsinum er her: http://www.is.fo/




Kom í NámX