Føðingardagur í Berlin

24.03.2011 - Sverri Egholm

Vóru runt Berlin við bussi saman við ferðaleiðara við stórari vitan.

Vísti seg, at ferðaleiðarin var føddur í Eysturtýsklandi – DDR – og flýddi við mammu síni og trimum systkjum. Hetta kryddaði rundferðina, tí hann kundi siga frá egnum royndum um Berlin-múrin og hansara ávirkan.

Ferðin endaði á ‘Hauptbanhof’ – so samferðslukervið var eitt undirliggjandi tema – hóast hetta ikki var tilætlað soleiðis.

Dagurin endaði við, at lærarar og næmingar fóru á matstað saman. Góður biti saman við dagsins “surprise” myndaðu løtuna. Við eitt rungaði felagssangur í matarhølinum. Happy birthday til dagsins mann, læraran Peter Niclasen, ið rundaði tey 43 árini henda minnniliga sólskinsdag í metropolinum Berlin. Sera rík løta!

Hoyr ljóðfílu her: 




Kom í NámX