Foreldrafundur í Nám X

10.09.2019 - Miðlabreytin

Innbjóðing til felags foreldrafund í Nám X týskvøldið 10. september 2019, kl 19-21 

Týskvøldið 10. september kl. 19.00 verður felags foreldrafundur fyri øll foreldur/verjar hjá næmingum í NámX.

Fundurin byrjar í skúlahøllini í Eysturskúlanum, síðani verður farið í E-lonina. 

Skráin:

kl 19.00 – 19.30: Í Skúlahøllini: Almenn kunning um NámX o.a.. 

kl 19.30 – 20.00: Kunning um námsferð til Berlin (verður eisini løgd á heimasíðuna www.namx.fo) 

kl 20.00 – 21.00: Í E-lonini: Høvi verður at hitta lærararnar á breytunum. Drekkamunnur og samvera. 

Ætlanin er at skipa fyri námsferð til Berlin í døgunum 16. apríl til 27. apríl 2020. 

Vónandi kunnu tit møta til foreldrafundin. 

Tað ber til at parkera við høvuðsinngongdina norðanfyri, á parkeringsplássinum við endan av Djóna í Geil gøtu og inni í skúlagarðinum sunnanfyri.





Kom í NámX