
26.05.2020 - Miðlabreytin
Í dag vóru Nám X-næmingar á dagstúri í Nólsoy.
Gingið varð út á Stongina við ferðaleiðara, vitjað varð á skúlanum og leiðin gekk niðan í Korndalin, har næmingarnir sóu leivdirnar av prinsessutoftunum.
Vitjanin endaði í neystinum, har báturin hjá Ova Joensen, Diana Victoria, liggur.