Føstulávintshald í NámX

 

Føstulávintsmánadag skipaði NámX fyri hugnaløtu í stásiligu lonini í Nám X.


 
Byrjað varð við føroyskum dansi. Flóvin Bænadiktsson og Veturin kom við kulda og kava rungaðu, og dansurin gekk avbera væl.
Eftir kvøðing varð farið út í garðin at sláa tunnur. Tvær vóru, sum bóðu seg knúsa. Hetta gekk væl. Eftir 45 min. vóru báðar tunnurnar knústar.

Síðani varð farið inn í lonina at fáa sær føstulávintsbollar og drekka.

Sera góð løta við stuttligum íkastum.

Vit lata myndirnar tala.




Kom í NámX