Gjørdi kvettið á loppumarknaði

Fyri seks árum síðani keypti hann ein málning á loppumarknaði. Tað var tó ikki nakað við málninginum, sum fekk hann at keypa, men heldur snøgga ramman. Í dag er støðan tó ein onnur, tí tað vísir seg at málningurin kann hava eitt virði á umleið 340 mió krónur.

Tað ber til at gera kvettið á loppumarknaði. Tað kann ein onglendingur, sum ynskir at vera dulnevndur, vátta. Hann var farin á loppumarknað í Northampton, og millum sølulutirnar sá hann ein málning. Men tað var ikki sjálvur málningurin sum hugtók, men heldur snøgga ramman. Tískil gjørdi hann av at keypa málningin fyri umleið 900 krónur. 

Síðani hann keypti málningin, hevur hann bara staðið og samla støv. Tað vil siga inntil nýliga, tá maðurin blaðaði í eini listabók, har hann knappliga festi eygað á ein málning, sum sá kendur út. Og rætt var, tí talan var um sama motiv, sum málningurin hann keypti á loppumarknaðnum fyri seks árum síðani. 

Maðurin vendi sær beinavegin til sølufelagið Wilfords við málninginum, so fakfólk kundu gera av, hvørt tað var orginali málningurin hjá franska listamanninum Paul Cézanne, ella ei. Sambært Tim Conran,sum starvast hjá Wilfords, bendir alt á, at talan er um orginala málningin. Í so fall, so er hann virðismettur til umleið 340 mió krónur.

Tí kann ikki sigast annað, enn at hepni maðurin rættuliga gjørdi kvettið, tá hann keypti málningin fyri umleið 900 krónur, og kann selja hann aftur fyri knappar 340 mió. 


Sig so tað, at tað ikki kann loysa seg at fara á loppumarknað!


Kelda: Netavísin





Kom í NámX