Grannarnir vistu einki

01.05.2013 - Peter Hentze Niclasen

Sachsenhausen er týningarlega, ið liggur uml. 35 km norðanfyri Berlin. Ein sokallað kz-lega, ið merkir lega, har bólkar av menniskjum, ið onga rættargongd fáa, verða savnaði.

Legan varð grundað í 1936, og varð roknað til 2.000 menniskju. Tá flest vóru har, vóru 58.000 menniskju í leguni. Grannarnir í lítla býnum Oranienburg undaðust - men søgdu seg einki vita ...

Frásøgufólk okkara í vitjanini í Sachsenhausen segði frá, at fólk ikki orkaðu meir eftir tveimum / trimum árum í leguni, og skýrdi orðingina í portrinum ’Arbeit macht frei’ fyri heimsins størstu lygn.

100.000 av teim 200.000 menniskjum, ið hava verið í Sachsenhausen, doyðu. Sengur teirra í kroysunum boðaði ikki frá marglæti, men heldur armóð. 3 menniskju noyddust at liggja í einari song ella trælegu, ið var 70 cm breið. Roynið og ímyndið tykkum …

Frásøgumaðurin – ein eldri maður, ið hevði upplivað tað ósamsvar at flýggja undan tveimum ymsum einaræðisformum – t.e. við mammuni undan nazismuni til Eystur-Berlin – og síðani eysturum aftur undan DDR-skipanini til Vestur-Berlin – risti ferð eftir ferð á høvdinum um tað sinnissjúku hugsan, nazistarnir høvdu um, at teir – yvirmenniskjuni, (ið bert er ein staðfesting av, at menniskju eru sjálvsøkin) – máttu verja yvirmenniskjastættina frá undirmenniskjum, og sostatt fremja henda ágang á ymsu samfelagsbólkarnar.

Latið ikki søguna endurtaka seg

Frásøgumaðurin nýtti seg sjálvan sum dømi, tá hann umaftur og umaftur vísti til tugdu hugmyndina í omanfyristandandi undiryvirskrift. Hann segði, at mamman hevði marsjerað í nazi-búna; og at hann sjálvur einans 15 ár eftir vildi marsjera í búna hjá FDJ (Freie Deutsche Jugend) í 1955.

 Life goes on

Í sama bygningi, har SS heryvirmenninir við Sachsenhausen leguna búðu, og russiskir heryvirmenn tóku yvir, tá legan ímillum 1945 og 1955 virkaði sum fangalega, ið russar høvdu undir hond – er nú løgregluskúli –   Surrealisma í fagrasta blóma …

 

 

 

 

 





Kom í NámX