Halloween

01.11.2017 - Miðlabreytin

Listabreytin setti sær fyri at tilevna eitt spøkilsishús í Eysturskúlanum í sambandi við, at ’Halloween’ dagurin var í vikuni.

Hesin dagur sigst at hava keltiskan uppruna.

Keltar hildu, at á hesum degi – sum í teirra kalendarári var tann seinasti – risu tey deyðu úr grøv teirra fyri at heimsøkja og plága tey livandi – og annars fyri at finna veg teirra til deyðsríki.

Keltar gjørdu seg tí út til bardaga so at siga … teir lótu seg í skortar og búnar fyri at siga teim deyðu, at eins og tey sjálvi vóru tey eisini risin úr grøvini. Hetta skuldi sostatt geva teimum frið.

Tó, at óhugni vitjaði henda dag … so var hetta eisini veitsludagur, har keltar søgdu farvæl við farandi ár, og heilsaðu nýggja árinum við nýggjum lívi og ljósari tíðum.

Hetta var so upprunin til dagin – tó at kristnir siðir síðani eisini hava hildið sama dag sum dagin fyri teim halgimennum, ið ikki fingu egnan halgidag.

Men nokk um hetta … spøkilsishúsið í Eysturskúlanum var væleydnað.

Lærarar – ungir sum eldri – stórir sum smáir óku á knøum; og eisini næmingar sýndu kenslur á ferð teirra í spøkilsishúsinum. Skríggini fóru um allan skúlan, ið er av størstu bygningum í Havn.

So sigast má, at líkamikið, um endamálið við spøkilsishúsinum var at lýsa siðirnar ella at virka sum spøkilsishús, so varð tað rokkið.


Tillukku við frálíka avrikinum.





Kom í NámX