Hjartvar Bødvarsson

Profilurin: Eg havi altíð viljað verið sum faðir

29.08.2017 - Jonna Maria Tróndardóttir

 

Navn, aldur og bústaður?

  1. Hjartvar Bødvarsson, 16 ár, Dalur

  2. Hví valdi tú Nám X?

    Tí eg tímdi ikki at fara í 10-inda á Meginskúlanum - vildi royna nakað nýtt.

  3. Hví valdi tú hesa breytina?

    Tí at pápi mín er snikkari, og eg havi altíð viljað lært tey ting, hann dugir.

  4. Hvat er tín breyt 2?

    Tøknibreytin

  5. Heldur tú, at tú kanst brúka tey tingini, tú lærir á breytini í tínari framtíð?

    Um mín ætlan um at vera elektrikari ikki eydnast, so fari eg at gerast snikkari!

  6. Hvat gert tú í frítíðini?

    Eg brúki nógva tíð uppá teldu og playstation....

  7. Hvat er tín framtíðardreymur?

    At arbeiða hjá Leif Mohr sum eletrikkari.

  8. Hvørji fak valdi tú í Nám X?

    Alisfrøði, evnafrøði, teldufrøði og støddfrøði.

  9. Hvat heldur tú um Nám  X?

    Betri enn á Meginskúlanum, nei tvætl, mær dámar væl fólkini, og lærarinir eru heldur ikki so galnir!

  10. Hvar gekk tú í skúla áðrenn?'

    Meginskúlanum á Snadi.

  11. Hvar fert tú aftaná Námx?

    Eg ætli mær at fara aftur til Skopunar at arbeiða eitt ár á flakavirkinum har, síðani ætli eg mær til Havnar í læru sum elektrikari.

  12. Hvat gera tit á breytini?

    Vit smíða og læra tað, sum har hoyrir til!





Kom í NámX