Handverksvinnan vitjar Nám X

10.12.2018 - Miðlabreytin

Skipað varð fyri kunning um handerksvinnuna fyri Nám X næmingum fríggjadagin.

Lestrarvegleiðarin í Nám X, Geyr Gilsteinsson, var væl nøgdur við dagin, sum skipað varð fyri fríggjadagin. Her høvdu Nám X næmingar høvi til at uppliva eina rundferð við framløgum um komandi handverksmøguleikar her á landi. 

Vitjan var úr ymsum fakbólkum í vinnuni, eitt nú JEP smíð, DADO, Mariu Poulsen, MEST, WAAG bilum og málarameistaranum Una Zachariasen. 

Eitt tyssi av upplivingum, sum vaktu forvitni og áhuga hjá teimum ungu. Næmingarnir lótu sera væl at livandi framløgunum, sum vóru lagdar fram fyri teimum hendan morgunin. Si myndir her:





Kom í NámX