Mynd: portal.fo

Her syngur Jógvan um Josephine

21.03.2015 -

Í gjárkvøldið var hálvfinalan í danska X Factor. Luttakararnir sungu tveir sangir í part - ein, sum hyggjararnir høvdu valt og ein, ið dómararnir høvdu valt. Fuglfirðingurin Jógvan sang “Use Somebody” hjá Kings of Leon og “Josephine” hjá Teitur.

Í hálvfinaluni eru tað bert hyggjararnir, sum avgera, hvør kemur víðari til finaluna. Í hálvfinaluni vóru bólkarnir Citybois og Ivarsson, Bang & Neumann og einstaklingarnir Jógvan og Emilie Esther. 

Ivarsson, Bang & Neumann, Jógvan og Emilie Esther komu víðari til finaluna, sum verður í Herning komandi fríggjakvøld.

Niðanfyri er eitt sjónband av framførsluni hjá Jógvani, har hann syngur "Josephine" hjá Teitur:

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=aE9z_pVX5uY]






Kom í NámX